Seld

Sethús, Strandatún 9, Strendur

Talan er um eini stór og rúmlig sethús í trimum hæddum, við sera stórum grundøki, ið liggja sera væl fyri í friðarligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Húsini eru staðsett mitt í bygdini, útsýni er sera gott í allar ættir, og staðsetingin finst neyvan betur á Strondum.

Húsini eru innrættaði soleiðis: Í ovaru hæddini eru durur, hjallur, trappugongd, køkur, tvær stovur, tvey kømur og baðirúm. Í miðhæddini eru durur, gongd, gongd/trappugongd, baðirúm, fimm kømur, gongd og durur. Í niðastu hæddini er kjallararúm/verkstað, fýrrúm, vaskirúm og tvey kjallararúm.

Við síðunar av húsinum er seyðhús/hoyggjhús/bilhús.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.