Talan er um eini hús í tveimum hæddum, ið standa væl fyri miðskeiðis í hugnaliga og eldra partinum av bygdini, heimanfyri ánna.
Húsini eru innrættaði soleiðis: Í ovaru hæddini eru gongd, vesi, trappuniðurgongd, 2 kømur og køkur og stova í einum. Í niðaru hæddini eru trappuuppgongd, baðirúm, vaskirúm og 2 kjallararúm.
Við síðuna av húsinum er hjallur og niðanfyri húsini er bilhús við seyðarúmi í kjallarinum. Harumframt er garður frammanfyri og eystanfyri húsini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.