Seld

Sethús, Sýnarbrekkan 5, Oyndarfjørður

Sera hugnalig sethús við framúrskarandi útsýni yvir bygdina, fjørðin og landslagið. Húsini standa í sera veðurgóðum og náttúruvøkrum umhvørvi.

Húsini eru í trimum hæddum. Í miðhæddini er gongd, baðirúm, stór stova, køkur og eitt kamar. Í ovastu hæddini er gongd og 2 kømur. Í niðastu hæddini er vaskirúm, kamar og kjallararúm. Úr eina kamarinum á ovastu hæddini er hurð út á snøgga altan.

Oyndarfjørður er ein sera hugnalig bygd við sermerktari og vakrari náttúru, ið einans liggur 10 minuttir frá vegnum millum Fjarða. Umframt Rinkusteinarnar, sum bygdin kanska er mest kend fyri, eru aðrar perlur í bygdini, so sum sandurin niðan fyri kirkjuna, sandstrondin innarlaga á fjørðinum og oman fyri bygdina í Vatnsdali liggur eitt vatn.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredson Olsen
Jákup Alfredson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.