Sethús, Tjarnardeild 15, Tórshavn

Sera íheimlig og snotilig sethús, sum standa væl fyri í serstakliga hugnaligum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Húsini eru tætt við Hoyvíkstjørn og stutt er oman í miðbýin, skúla, stovnar o.a.

Húsini eru í trimum hæddum. Í ovastu hæddini er trappugongd / alrúm / loftsstova / té-køkur, tvey kømur og goymslurúm. Í miðhæddini er durur, hjallur, vesi, gongd, køkur, stova baðirúm, klædnarúm og tvey kømur. Í niðastu hæddini er trappugongd / gongd, trý kjallararúm, hjallur og krúpikjallari.

Runt húsið er snøggur garður, grasfløta, runnar og túnið er lagt við flísum. Pláss er fyri einum bili í túninum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.