Sethús, Toftavegur 31, 900 Vágur

Talan er um eini eldri sethús í trimum hæddum við tilhoyrandi bilhúsi. Ognin hevur eina góða staðseting miðskeiðis í bygdini, og stutt er til flestu hentleikar. Úr mið og lofthædd er útsýnið sera gott út á fjørðin og vestureftir út á Eiði.

 

Í miðhæddini er ognin innrætta við duri/trappugongd, baðirúm, køk og spísistovu/stovu í einum.

Í lofthæddini er trappugongd, trý kømur og hjúnarkamar (kvistur) v/útgongd á svala.

Kjallarin er óinnrættaður og verður nýttur til fýrrúm og goymslu.

 

Omanfyri sethúsini er ein lítil grasfløta og hoyrir eitt stórt bilhús til ognina ið áður hevur verið nýtt sum goymsla/sølustøð.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.