Seld

Sethús, Toftavegur 63, Toftir

Góð og huganlig sethús í tveimum hæddum, ið hava íbúð í niðaru hæddini. Húsini standa sera væl fyri í bygdini, vesturskinið stendur á ognina og útsýni er yvir fjørðin og Nólsoynna.
 
Í ovaru hæddini er durur, gongd, køkur og stova í einum við atgongd út á altan, baðirúm og trý kømur, umframt hjallur og goymslurúm. Í niðaru hæddini er durur, gongd, tvey kømur, køkur og stova í einum, baðirúm, rúm, vaski-/oljufýringsrúm, og eisini ein hjallur.
 
Kring húsini er snotiligur og hugnaligur havi, og pláss er fyri bili í túninum.

Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.