Seld

Sethús, Torfinsgøta 7, Tórshavn

Talan er um eini sera hugnalig og snøgg sethús í friðarligum umhvørvi í miðbýnum í Havn. Húsini eru dagførd seinastu árini og eru í trimum hæddum við sjálvstøðugari og rúmligari íbúð í niðaru hæddini. Húsini standa veðurgott, hava nakað av útsýni og sera góðan sólargang. Uttanfyri er hugnaligur urtagarður við trøum, grasfløtu og hugnaligari terassu. Grundøkið er stórt og fleiri parkeringspláss eru til ognina, umframt stórt bilhús.

Húsini eru innrættaði soleiðis: í niðaru hæddini eru gongd, køkur, stova, trý kømur, baðirúm og vaskirúm/fýrrúm. Í ovaru hæddini eru inngongd/durur, trappuuppgongd, køkur, tvær stovur við atgongd út á altan, stórt kamar og baðirúm. Stór terassa er norðanfyri á miðhæddini. Á loftinum er loftstova við atgongd til goymslurúm/kamar.

Góða staðsetingin ger, at stutt er til allar hugsandi stovnar, skúlar, tænastur og handlar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Susan Brockie
Susan Brockie Ognarseljari og samskipari
Susan samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur ábyrgd av kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu. Eisini ger Susan ymiskt sølutilfar, hevur ábyrgd av myndaviðgerð, og tekur sær somuleiðis av ymsum søluátøkum. Susan hevur eisini ábyrgdina av fleiri verkætlanunum, sum Skyn varðar av. Hon er við øðrum orðum høgguslokkurin, ið fær alt at hanga saman. Susan er útbúgvin miðlagrafikari og er eisini í holt við at taka akademiútbúgving innan marknaðarføring og leiðslu. +298 23 44 06 susan@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.