Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við góðari staðseting og fríum útsýni. Ognin hevur egið parkeringspláss og suðurvendan svala.
Í ovaru hæddini er durur, hjallur, gongd, køkur, spísistova v/útgongd á svala, stova, trý kømur, baðirúm, ves og trappurúm.
Í niðaru hæddini eru tvey kjallararúm.
Matrikulin liggur í bústaðarøki B1 sambært byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu – ávíst lendi sunnarliga á matriklinum liggur í landbúnaðarøki K.
Við í søluni er eisini ein uttangarðslutur í Nípuni ið telur 1 gyllin og 1 skinn.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.