Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við sera góðum útsýni yvir býin.
Húsini standa í einum friðarligum og veðurgóðum umhvørvi, bert eitt hanagleiv frá miðbýnum og øllum teimum hentleikum, sum miðbýurin hevur at bjóða.
Í ovaru hæddini eru trappugongd, vesi, baðirúm, trý kømur, køkur og stova við atgongd út á altan. Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd, fýrrúm / vaskirúm, hjallur og tvey óinnrættaði rúm.
Rundan um húsini er havi og tún við plássi fyri einum bili.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.