Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, sum liggja væl fyri í veðurgóðum umhvørvi, við góðum sólargangi og við góðum útsýni yvir fjørðin. Húsini standa tætt við býarumhvørvið og alskyns hentleikar.
Í ovastu hæddini eru trappugongd / loftstova, goymslurúm / -skáp og kamar. Í miðhæddini eru durur / gongd / trappugongd, hjallur, baðirúm, køkur og stova við niðurgongd til kjallara. Í niðastu hæddini eru inngongd, vaskirúm / fýrrúm og stova / stórt kamar við trappuuppgongd.
Hugnaligur havi er runt ognina, og terrassa er niðanfyri húsini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.