Talan er um eini eldri sethús í trimum hæddum við frálíkari staðseting í eldra partinum av Norðragøtu.
Húsini standa í barnavinarligum umhvørvi, tætt við skúla, barnagarð, ítróttaøki og innkeyp.
Runt ognina er garður við grasfløtu, har góðir møguleikar eru fyri at gera eitt hugnaligt útiøki.
Miðhæddin er innrættað við inngongd, duri, gongd, køki við lítlum spískamari og 2 stovum.
Loftið er innrættað við trimum kømrum, einum vesi og einum brúsurúmi.
Í niðastu hæddini er baðirúm og kjallararúm.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.