Seld

Sethús, undir Borgarhálsi 20, Velbastaður

Eini serstøk, snotilig og hugnalig sethús við framúrskarandi útsýni suðureftir og vestureftir. Húsini eru i einari hædd og standa væl fyri omanfyri vegin við blindan veg á Velbastað.

Í húsinum er durur, alrúm við køki og stovu, tvey kømur, gongd og baðirúm. Umframt hetta er fýrrúm, málistova og úthús - øll trý við egnari inngongd.

Til ognina hoyrir egin innkoyring v/parkeringsplássi og ein snotulig terassa har til ber at njóta frálíka útsýnið yvir fjørðin og vøkru oyggjarnar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Ognarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.