Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum, ið hava góða staðseting á Tvøroyri, tætt við býarumhvørvið og alskyns hentleikar.
Ovara hæddin er innrættað við duri, gongd, stovu, køki, trimum kømurum, baðirúmi, halli og kova. Niðara hæddin er óinnrættað og er ráður kjallari. Harafturat er ovasta loft.
Rundan um húsini er havi, og sunnanfyri húsini er terrassa.
Einki parkeringspláss hoyrir til ognina, men felags parkeringspláss eru tætt við.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.