Sethús, Undir Kerjum 2, Tórshavn

Talan er um eini serstøk sethús, ið eru arkitekt-teknaði av Palla Gregoriussen. Húsini standa á einum stórum vælhildnum grundøki, ið er umleið 1.950* m2 til víddar. Frá sethúsunum er avbera vakurt og frítt útsýni yvir býin og Nólsoyarfjørð. Til húsini er egin niðankoyring, fleiri parkeringspláss, sólkrókar, terrassur, grótlaðaður garður og eitt úthús til goymslu.

Sethúsini eru í einari hædd og eru innrættaði við duri / gongd, forstovu, stovu við útgongd til atrium, køk / spísistovu, vaskirúm, gongd / durur, gongd, tvey baðirúm, kamar (hevur áður verið tvey kømur, ið nú eru løgd saman), hjúnakamar við walk-in closet (hevur áður verið tvey kømur, ið nú eru løgd saman), tøknirúm / bryggers og hjallur.

Frá ognini er stutt oman í miðbýin og Gundadal. Eftir Marknagilsvegnum er stutt til matvøruhandlar, dagstovnar, skúlar o.a. Eisini er gott busssamband í økinum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur

Magnus Herdalur

Skrásettur ognarmeklari

+298 23 44 07

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.