Talan er um eini hugnalig sethús við íbúð í niðastu hæddini. Ognin liggur høgt í lendinum og er sera gott útsýni út yvir býin og Nólsoyarfjørð.
Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er durur, gongd, køkur, stova, vesi, baðirúm, hjúnarrúm v/atgongd út á altan, kamar og trappuniðurgongd. Í niðaru hæddini er durur, gongd, trappu-uppgongd, kamar, stova, køkur, baðirúm, fýrrúm og goymslurúm. Harafturat er ein hjallur til ognina.
Húsini standa væl fyri og er skjótt oman á ringvegin. Eisini eru góðir handilsmøguleikar í økinum og er stutt til skúlar og dagstovnar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.