Mitt í søguríka og hugnaliga umhvørvinum í Havn stendur ein sonn siðbundin og vøkur perla. Svørtu, flagtaktu húsini við sprossavindeygnum vórðu bygd fyrst í síðstu øld, dagførd og umvæld millum 2013 og 2017 og hava varðveitt siðbundna, føroyska stílin, bæði innan og uttan.
Serstøku húsini, sum standa undir Ryggi, hava nakað av útsýni. Húsini eru í trimum hæddum, har mið- og ovara hæddin er innrættað. Í miðhæddini er durur, køkur, stova og trappugongd til ovaru hæddina. Í ovastu hæddini er trappugongd, gongd, baðirúm og 2 rúmlig kømur. Í niðastu hæddini er lágt kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm.
Uttanfyri er vakurt umhvørvi og hóast nærumhvørvið er friðarligt, so er skjótt at spáka sær ein túr oman í lívliga og blómandi mentanar- og handilsumhvørvi.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.