Nýggj
ogn

Sethús, undir Ryggi 13, Tórshavn

Mitt í søguríka og hugnaliga umhvørvinum í Havn stendur ein sonn siðbundin og vøkur perla. Svørtu, flagtaktu húsini við sprossavindeygnum vórðu bygd fyrst í síðstu øld, dagførd og umvæld í 2008 og hava varðveitt siðbundna, føroyska stílin, bæði innan og uttan.

Serstøku og ljósu húsini, sum standa undir Ryggi, hava gott útsýni yvir Eystaru Bryggu. Húsini eru í trimum hæddum, har mið- og ovara hæddin er innrættað. Í miðhæddini er durur, stova og køkur í einum og baðirúm. Í ovastu hæddini er gongd og tvey kømur. Í niðastu hæddini er lágt kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm.

Uttanfyri er vakurt og snøgt grønt umhvørvi og hóast nærumhvørvið er friðarligt, so er skjótt at spáka sær ein túr oman í lívliga og blómandi mentanar- og handilsumhvørvi.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.