Hugnalig eldri hús við góðum útsýni yvir víkina, ið standa væl fyri í einum friðarligum og barnavinarligum umhvørvi á Oyri.
í ovastu hæddini eru trappuuppgongd/gongd, trý kømur og baðirúm. Í miðhæddini eru hjallur, durur, goymslurúm, vesi, gongd/trappugongd, køkur og stova. Í niðastu hæddini er kjallararúm.
Rundan um húsini er havi/urtaðgarður.
Oyri liggur væl fyri mitt í Føroyum, og er partur av Sunda Kommunu, sum kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. Harafturat eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.