Talan er um eina hugnaliga sethúsaogn í tveimum hæddum við 4 kømrum, ið liggur á einum friðarligum og barnavinarligum stað í Syðrugøtu.
Ognin liggur á einum 582 m² stórum grundøki og hevur ein stóran garð og hava rundan um húsið.
Her eru góðir møguleikar at skapa eitt vakurt og hugnaligt uttanumøki við t.d. palli, urtagarði, spæliplássi ella øðrum, sum hóskar til tørvin hjá nýggju eigarunum.
Staðsetingin er sera góð, við stuttari frástøðu til bæði strondina og økið, har árligi G! Festivalurin verður hildin.
Samstundis liggur ognin í einum friðarligum grannalagi, har náttúran og góðu umstøðurnar eru beint uttan fyri dyrnar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.