Sethús v/vinnuhølum, Tórsgøta 30, Tórshavn

Talan er um eini hugnalig sethús við vinnuhølum, ið eru í trimum hæddum. Ognin liggur sera væl fyri í miðbýarumhvørvi, og ber til at nýta ognina til mong ymisk privat og vinnulig endamál.

 

Í miðhæddini er inngongd, trappugongd, baðirúm, tvær stovur og køkur. Í ovastu hæddini er trappugongd, trý kømur og eitt baðirúm. Í niðastu hæddini er inngongd, stórt vinnuhøli, minni vinnuhøli, vesi, goymslurúm og fýrrúm/vaskirúm

 

Til ognina hoyrir millum annað eisini ein stór terrassa og egið p-pláss, umframt at stutt er til allar hugsandi hentleikar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.