Sethús, Válagøta 26, 270 Nólsoy

Í náttúruvakra, friðarliga og barnavinarliga økinum á Válagøtu 26 á sólríku, grønu oynni uttan fyri Havnina standa hugnaligu, vælumtóktu og eyðkendu húsini. Húsini eru í tveimum hæddum og eru innrættaði soleiðis: á ovaru hæddini eru  durur, gongd, trappugongd, baðirúm, fýra kømur, klædnarúm, goymslurúm, har umstøður eru at gera eyka vesi, stova og køkur í einum v/atgongd út á altan.

Á niðaru hæddini eru durur, gongd, trý vesi, kafé, køkur, kjallari og eitt rúm. Eisini hoyrir ein grasvøllur, carport og terrassa til húsini.  Góðar umstøður eru at reka ymiskt vinnuligt virksemi, tí hølið í kjallaranum er innrættað til tess. Bert hugflogið setur mørk.

Húsini standa í vældámdum umhvørvi í vøkstri, har tilflytingin er støðug. Nólsoyggin er karmur um fjølbroytt virksemi innan ymisk øki, sum er við til at kveikja til sosiala samveru og skapa eitt livandi øki, sum stuðlar undir trivnaðin í bygdini og byggir brýr millum íbúgvarnar.Góðar umstøður eru at ganga og súkla kring bygdina og njóta alt tað jaliga, sum bygdalívið hevur at bjóða uppá. Samstundis er skjótt at leggja sær leiðina til meginøkið, har alskyns hentleikar eru til taks.

** Nógv innbúgv og húsbúnaður fylgir við í søluni.**


Húsaskoðan fyriliggur

Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.