Seld

Sethús, Varðagøta 68, Tórshavn

Í friðarliga og væl umtóktu Varðagøtu í Tórshavn stendur henda spennandi ogn, sum er í trimum hæddum og hevur eina sera góða staðseting mitt í býnum.

Her er stutt til allar gerandistænastur, frítíðarøki og tað lívið, sum miðbýurin hevur at bjóða.

Viðarlundin og mentanarlig tilboð í økinum eru bert fáar minuttir burtur til gongu.

Hóast ognin hevur brúk fyri einari kærleiksfullari hond og nøkrum dagførinum, liggur hon á einum sera attraktivum staði, har umhvørvið og staðsetingin geva henni eitt stórt virði.

Her er talan um eina ogn við góðum møguleikum, har nýggi eigarin kann seta sín egna dám á og skapa eitt heim, sum passar júst til teirra tørv.

Ein spennandi møguleiki fyri tey, sum síggja møguleikarnar og ynskja ein bústað í einum av teimum góðu økjunum í Tórshavn. 


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen

Jákup Alfredsson Olsen

Ognarseljari

234 404

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.