Nýtt
boð

Sethús, við Klovningarstein 1, Sandur

Serstakliga hugnalig og snøgg summarhús, sum standa í náttúruvøkrum og friðarligum øki. Stutt er oman á sermerkta sandin, og vakurt er at spáka sær eftir lágni eitt summarkvøld. Harafturat er útsýni úr ognini einastandandi vakurt og sólargangurin er góður.

Húsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini eru køkur, alrúm, tvey kømur og baðirúm. Í ovaru hæddini er hemsur/uppihaldsrúm og eitt kamar. Úr alrúminum í niðaru hæddini er hurð út á rúmliga terassu, sum bindir inni- og útiøkið.

Siðbundnu húsini  eru partur av nýggjum frítíðarøki, sum skal vera karmur um eitt hugnaligt umhvørvi. Umframt hugnaliga øki er vegasambandið til Sands gott og stutt er eisini at ganga til  handils ella til aðrar tænastur í bygdini.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.