Sethús, við Myllutjørn 33, Hoyvík

Sera snøgg, ljós og hugnalig hús í trimum hæddum. Húsini standa í barnaríkum býarparti í Hoyvík.

Í miðhæddini er trappugongd og køkur / alrúm / stova. Í ovastu hæddini er trappugongd, gongd, trý kømur, klædnarúm og baðirúm. Í niðastu hæddini er inngongd, baðirúm, stórt kamar, vásakøkur og trappugongd. Møguleiki er at gera bilhús.

Í lívliga umhvørvinum við Myllutjørn í Hoyvík eru skúlar, stovnar, fótbóltsvøllur, høll, alskyns handlar og annars alt, ið einum tørvar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Ove Vitalis
Ove Vitalis Ognarseljari og metingarmaður
Ove er knýttur at Skyn hópinum og er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Ove tekur sær av virðismetingum og sýnir ognir fram. Hann hevur drúgvar royndir innan sølu. Royndir hansara stava frá fleiri størri fyritøkum so sum olju-, flog- og samskiftisvinnuni bæði í Føroyum og uttanlands. Ove leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 22 47 47 ove@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.