Nýtt
boð

Sethús, við Myllutjørn 58, Hoyvík

Hugnalig, ljós og snøgg sethús í Hoyvík í trimum hæddum, ið standa í vælumtøktum og lívligum umhvørvi.
 
Í niðastu hæddini er durur, trappugongd, baðirúm, kamar og vaskirúm / fýrrúm við atgongd út á útigólv. Í miðhæddini er køkur og stova í einum og trappugongd. Í ovastu hæddini er trappugongd, trý kømur og eitt baðirúm. Kring húsini er asfalterað tún og snotiligt útigólv.
 
Húsini standa í barnaríkum býarparti í Hoyvík, beint við skúlar, stovnar, handlar, fótbóltsvøll, ítrottarhøll, frílendið við Myllutjørn og annars alt, ið einum tørvar.

Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.