Talan er um eini hugnalig hús niðanfyri vegin, ið eru í tveimum, hava útsýni yvir býin og standa í einum friðarligum og barnavinarligum umhvørvi.
Í ovaru hæddini eru inngongd, gongd, køkur og stova í einum, bryggers, kamar, vesi og trappa niður. Í niðaru hæddini eru gongd, tvey barnakømur, hjúnarkamar, baðirúm, vaski/fýrrúm og útgongd til hava.
Runt um húsini eru terrassa, skúrur, hjallur og góður møguleiki er at gera sær hava.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.