Talan er um eini hugnalig sethús við avbera góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Húsini standa sera væl fyri, og skjótt er at spáka sær oman í miðbýin.
Húsini eru í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini eru trappugongd, køkur, stova, tvey kømur, vesi og bað. Í niðaru hæddini eru durur/trappugongd, køkur, kamar/stova, baðirúm, vaskirúm og krúpikjallari.
Kring húsini er grasfløta, umframt at hjallur hoyrur til húsini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.