Nýggj, serstakliga hugnalig og snøgg summarhús, sum standa í náttúruvøkrum og friðarligum øki. Stutt er oman á sermerkta sandin, og vakurt er at spáka sær eftir lágni eitt summarkvøld.
Húsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er køkur, alrúm, tvey kømur og baðirúm. Í ovaru hæddini er hemsur/uppihaldsrúm og eitt kamar. Úr alrúminum í niðaru hæddini er hurð útum.
Siðbundnu húsini eru partur av nýggjum frítíðarøki, sum skal vera karmur um eitt hugnaligt umhvørvi - sí mynd 2. Í løtuni verður spælipláss bygt í økinum. Umframt hugnaliga økið er vegasambandið til Sands gott, og stutt er eisini at ganga til handils ella til aðrar tænastur í bygdini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.