Seld

Summarhús, Tartavegur 8, Oyndarfjørður

Sera hugnalig og snøgg summarhús, sum standa væl fyri í friðarligum, barnavinarligum og hugnaligum umhvørvi mitt í bygdini. Húsini eru bygd á sama grundøkið, sum gomlu húsini í Tarti stóðu og í somu stødd sum gomlu húsini.

Húsini eru innrættaði soleiðis: á ovastu hæddini er eitt kamar. Í miðhæddini eru inngongd, køkur, stova, kamar, baðirúm og hjallur. Í niðastu hæddini er kjallararúm.

Oyndarfjørður er ein sera hugnalig bygd við sermerktari og vakrari náttúru, ið einans liggur 10 minuttir frá vegnum millum Fjarða. Umframt Rinkusteinarnar, sum bygdin kanska er mest kend fyri, eru aðrar perlur í bygdini, so sum sandurin niðan fyri kirkjuna, sandstrondin innarlaga á fjørðinum og omanfyri bygdina í Vatnsdali liggur eitt vatn.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.