Trøð og grundøki, matr.nr. 565a & matr.nr. 565f Vágur

Talan er um eina trøð við ástandandi seyðhúsi og eitt grundøki.

Trøðin, matr.nr. 565a Vágur, er tinglisin at vera 13.260 fermetrar til víddar við tilhoyrandi seyðhúsi og uttangarðsluti í Hamrahaga (4 gyllin og 13 skinn – 14 frælsir).

Trøðin liggur ovarlaga í bygdini og sera gott útsýni er frá seyðhúsinum yvir bygdina, fjørðin og vestur á Eiði. Seyðhúsið er innrættað við stovu, seyðhúsi og lofti til hoyggjgoymslu. Eigarar í haganum hava nýtslurætt til felagshúsið vestanfyri, Hamraborg.

Grundøkið, matr.nr. 565f Vágur (Kráavegur 54, 900 Vágur), verður selt saman við trøðni. Grundøkið er tinglisið at vera 482 fermetrar til víddar. Talan er um eitt óplanerað stykki, ið hevur stutt til eitt nú barnagarð, til handils, spælipláss og annað. Leiðingar liggja framvið stykkinum.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur

Magnus Herdalur

Skrásettur ognarmeklari

+298 23 44 07

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.