Talan er um eina stóra ódyrkaða trøð, ið er heili 20.781 m2 til støddar, og sum seinastu árini hevur verið nýtt sum rossatrøð. Trøðin liggur omanfyri bygdina, og tekur tað nakrar fáar minuttir at ganga til hana frá endanum av uppdyrkingarvegnum omanfyri bygdina.
Trøðin liggur sambært almennu byggisamtyktini hjá Eystur Kommunu í økið J, sum er avlagt til landbúnaðarøkið. Trøðin er ikki vetrarfriðað.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.