Sera snøgg og vælhildin arkitektteknað tvíhús, ið standa væl fyri við blindan veg í einum hugnaligum og barnavinarligum býlingi. Sera gott útsýni er yvir fjørðin og landslagið.
Í ovaru hæddini - sum ein gongur inn í frá veghædd - er durur, vesi, gongd, tvey kømur, baðirúm, stova við trappugongd og køkur/grovkøkur, umframt ein hjallur. Í niðaru hæddini er trappugongd, gongd, trý kømur og kjallararúm við atgongd út á terrassu.
Kring húsini er stór og snotilig terrassa. Felags parkeringspláss eru í grannalagnum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.