Nýggj og snøgg tvíhús, ið verða hitaði við jarðhita, og er sera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Húsini hava tvær búeindir, og sostatt er góður møguleiki hjá tveimum keyparum at keypa í felag (samogn). Húsini hava góða staðseting í vesturbýnum, har stutt er til alskyns hentleikar, eitt nú skúla og dagstovn. Eisini er gott busssamband.
Í niðaru hæddini er íbúð við duri, køki og stovu í einum við atgongd út í tún, baðirúm, vaskirúm og tvey kømur, umframt durur / trappugongd til íbúðina í ovaru hæddini. Í ovaru hæddini er íbúð við duri / trappugongd, køki og stovu í einum við atgongd út á altan, baðirúm, vaskirúm og tvey kømur. Eisini er eitt felags teknikkrúm í niðaru hæddini.
Rundan um tvíhúsini er asfalterað tún við góðum parkeringsviðurskiftum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.