Seld

Tvíhús, við Grástein 1A, Hvalvík

Snøgg og vælhildin tvíhús í tveimum hæddum, ið standa væl í friðarligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi, uttarlaga í bygdini við blindan veg. 

Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd, baðirúm, grovkøkur og køkur/stova í einum. Í ovaru hæddini eru trappugongd, baðirúm og trý kømur.

Hvalvík liggur væl fyri mitt í Føroyum, og kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar, og tveir stórir matvøruhandlar í økinum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenOgnarseljari
234 400danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.