Tvíhús, Vørðuvegur 14a, Hósvík

Talan er um eini nýggj tvíhús, ið verða seld innilokað saman við hitapumpu (luft til vatn), gólvhitarørum og gólvhitastýring.

 

Húsini eru í tveimum hæddum, og keyparin kann sjálvur seta sín dám á innrættingina - Vegleiðandi tekningar fylgja við. Innan er kjallaragólvið stoypt og plátað bjálkalag er millum hæddirnar. Uttan er alt liðugt.

 

Húsini standa væl fyri í hugnaligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi, og stutt er til dagstovn og skúla upp til 3 flokk.

 

Hósvík liggur væl fyri mitt í Føroyum og er ein av bygdunum í Sunda Kommunu, sum er væl útgjørd til at nøkta teir tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul, hava tørv á. Til dømis eru 3 dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, sum koyrir millum bygdirnar millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. Eisini eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenOgnarseljari
234 400danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.