Talan er um ein vinnubygning í trimum hæddum, sum liggur sera væl fyri miðskeiðis í bygdini.
Bygningurin hevur seinnu árini verið nýttur til barrvirksemi, men møguligt er at nýta hann til annað vinnuligt virksemi. Bygningurin liggur sambært almennubyggisamtyktini fyri Fuglafjarðar Kommunu í øki A (Miðstaðarøki). Økið er burtur av lagt til miðstaðarbygging, t.e. handlar, skrivstovur, heilsubótarhølir og bygdarhús. Í samband við virkishús er tó loyvt at innrætta ein bústað.
Bygningurin er innrættaður soleiðis: Í ovastu hæddini er stórt høli við trappuútgongd og trappuuppgongd, lítið høli og vesi. Í miðhæddini eru inngongd, barrhøli, køkur, goymsluhøli, vaskirúm, trappuuppgongd, pissoir og 2 vesi. Í niðastu hæddini eru kjallararúm og fýrrúm.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.