Vinnubygningur, Ovari Vegur 2, Oyndarfjørður

Talan er um gamla handilin í bygdini, sum umframt at nýtast til handil, eisini kann nýtast til annað virksemi, har tað bara er hugflogið, sum setir markið. Bygningurin kann t.d. verða innrættaður til fleiri íbúðir.

Bygningurin er í tveimum hæddum. Á ovaru hæddini er, handilshøli, pakkirúm, skrivstova, vesi, goymslurúm við trappuniðurgongd. Í niðaru hæddini er durur/gongd, 2 vesi, stórt veitsluhøli, rúm, har køkur var fyrr, fýrrúm/goymslurúm, trappuuppgongd og við síðuna av fýrrúminum er kompressararúm.

Oyndarfjørður er ein sera hugnalig bygd við sermerktari og vakrari náttúru, ið einans liggur 10 minuttir frá vegnum millum Fjarða. Umframt Rinkusteinarnar, sum bygdin kanska er mest kend fyri, eru aðrar perlur í bygdini, so sum sandurin niðan fyri kirkjuna, sandstrondin innarlaga á fjørðinum og oman fyri bygdina í Vatnsdali liggur eitt vatn.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.