Vinnubygningur, Sigmundargøta 1, Tórshavn

Vinnubygningur við sera góðari staðseting mitt í Tórshavn. Bygningurin er í trimum hæddum. Í ovastu hæddini er stór íbúð við góðum útsýni yvir Skálatrøð og Vestaru Vág. Íbúðin er innrættað við duri og baðirúmi í miðhæddini og á ovaru hæddini eru trappuuppgongd, gongd, baðirúm, køkur og alrúm í einum, fýra kømur, goymslurúm, stova, hjallur, og ein stór takterrassa. Til íbúðina hoyrir eisini bilhús og garður. Í miðhæddini eru handilshølir, goymsla, starvsfólkarúm og vesi.  Í niðastu hæddini er goymslurúm.

 
Stutt er til allar hugsandi hentleikar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Ognarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.