Seld

Vinnubygningur, Tórðargøta 16, Norðragøta

Talan er um ein vinnubygning, sum stendur mitt í Norðragøtu við góðum uttanumøkið.

Bygningurin er í einari hædd við høgari reising og loftrúmum uppiá. Bygningurin hevur verið nýttur til bilverkstað áður, og innrættingin er eisini til tað endamálið.

Ognin er í hampuligum standi. Uttanfyri er asfalterað. Staðsetingin er góð, tætt við handil og ítróttarøkið.

Ognin á matr.nr. 95c Norðragøta liggur í einum øki B í almennu byggisamtyktini hjá Eysturkommunu. Umhvørvisflokkingin fyri økið er umhvørvisflokking 1.

Flokkur 1
Umfatar virkir, ið ikki eru til nevnuligan ampa fyri sítt umhvørvi og tí kunnu integrerast í bústaðir. Virkir í hesum flokkinum eru serliga handlar við og uttan verkstøð, skrivstovur og annað liberalt virksemi. Frástøðan til bústaðir er fyri henda flokk eingin, og kunnu hesi virkir tí eisini staðsetast í einum býlingi.

Hetta merkir at bygningurin kann ikki nýtast til sama endamál (bilverkstað), sum í dag.

Sí viðkomandi leinkjur her: 

Byggisamtykt fyri Eysturkommunu: https://www.eysturkommuna.fo/wp-content/uploads/2020/08/Almenna-byggisamtyktin-fyri-Eysturkommunu-godkend-26-08-20.pdf

Kort hjá Eysturkommunu: http://alment.kort.fo/kort/eystur.html

Umhvørvisflokking fyri Eysturkommunu: https://www.eysturkommuna.fo/wp-content/uploads/2019/08/umhv%C3%B8rvisflokking-Eysturkommuna2010.pdf




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredson Olsen
Jákup Alfredson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.