Talan er um eitt bilverkstað, sum frá at bygningurin varð keyptur í 1973, er umbygdur og útbygdur til eitt vælvirkandi og dagført bilverkstað við tí útgerð, ið krevst, fyri at umvæla bilar í dag - sum tí kann takað sær av nærum øllum vanligum bilumvælingum, og sum hesi árini hevur upparbeitt ein góðan og trúgvan kundabólk.
Bygningurin er innrættaður soleiðis: Í ovaru hæddini er eitt goymsluloft, kontór og goymslurúm. Í niðaru hæddini eru trý arbeiðshølir, vesi, skiftirúm, goymsla og kaffistova. Til ognina er eitt sera stórt og gott parkeringsøki.
Ognin verður seld samlað. Tað vil siga verkstaðsbygningur, útgerð og stóra grundøkið, so ein áhugaður keypari kann, um hann hevur áhuga fyri tí, halda áfram við bilverkstaðnum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.