Kunning

Vit lata varisliga upp aftur 4. mai

Í Skyn vilja vit gera okkara fyri at fyribyrgja smittu við koronavirusi, men eins og restin av samfelagnum fara vit nú eisini varisliga at lata upp aftur frá mánadegnum 4. mai.
 

Opið sambært avtalu
Orsakað av umstøðunum verður avgreiðslan fyribils skerd, og tí verður bert opið sambært avtalu.

Vit lata varisliga upp aftur 4. mai
Skyn
28.04.2020

Vit heita tí á kundar og samstarvsfelagar um at seta seg í samband við okkum á telefon, við teldubrævi ella á Facebook, har vit eru tøk sum vant mánadag til fríggjadag kl. 9-16 og hósdag kl. 9-17.
 

Soleiðis setir tú teg í samband við okkum:

  • Ring 35 74 00, ella ring beinleiðis til okkara ognarseljarar, sum tú finnur her.
  • Send okkum teldubræv á skyn@skyn.fo
  • Vitja okkara heimasíðu
  • Fylg okkum á Facebook