Seld

Grundøki, Yviri við Strond 33, Tórshavn

Talan er um eitt óplanerað grundøki, ið er 420 fermetrar til víddar. Grundøkið hevur serstakliga vakurt útsýni yvir Nólsoyarfjørð.

Umhvørvið er náttúruvakurt og stutt er til alskyns hentleikar í býnum. Harumframt er gott busssamband.

Tekningar frá núverandi eigara fyriliggja, og kunnu tekningarnar umbiðjast frá Skyn. Tó má ein komandi keypari søkja um byggiloyvi av nýggjum.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.