Susan BrockieOgnarseljari og samskipariSusan er ognarseljari, umframt at hon samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur ábyrgd av kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu. Eisini ger Susan ymiskt sølutilfar og tekur sær somuleiðis av ymsum søluátøkum. Susan hevur eisini ábyrgdina av fleiri verkætlanunum, sum Skyn varðar av. Susan er útbúgvin miðlagrafikari og hevur prógv í marknaðarførslu og leiðslu frá Glasi.+298 23 44 06susan@skyn.fo
Jákup A. OlsenOgnarseljariJákup tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Eysturoynni og í Norðoyggjum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram.
Jákup hevur drúgvar royndir við sølu og dugir at seta kundan fremst. Hansara royndir stava frá fleiri av størru fyritøkunum í kt- og samskiftis-vinnuni í Føroyum. Hann hevur sitið í bygdarráðnum í Nes kommunu við fleiri nevndarsessum, og er útbúgvin serviceøkonomur við sergrein innan sølu. +298 23 44 04jakup@skyn.fo
Jobin S. DrangasteinOgnarseljariJobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.
+298 23 44 05jobin@skyn.fo
Magnus HerdalurOgnarseljariMagnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Kristina ClementsenSamskipariKristina hevur kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu og tekur sær av ymsum søluátøkum. Kristina hevur lokið útbúgving innan vinnubúskap og verkætlanarleiðslu á Copenhagen Business School. +298 260746kristina@skyn.fo
Dánjal J. MagnussenOgnarseljariDánjal tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur arbeitt í 28 ár sum kundaráðgevi í BankNordik og hevur í tí sambandi holla vitan innan sethúsakeyp, fígging og sýning av húsum, ið kemur bæði seljara og keypara til góða. Dánjal kann sostatt veita alla ta ráðgeving, ið kundin hevur tørv á í sambandi við keyp og sølu av fastari ogn.
Dánjal leggur stóran dent á, at kundin altíð følir seg tryggan í allari søluni - bæði áðrenn, ímeðan og eftir, at heimið er selt. +298 23 44 00danjal@skyn.fo
Petur Mohr NiclasenStjóriPetur er løgfrøðingur við sergrein í endurgjaldsrætti innan fastogn. Petur hevur m.a. ábyrgd av byggiverkætlanum, sum Skyn er partur av, skrivar hópin av løgfrøðiligum avtalum so sum skeytir, keypsavtalur, servituttar, makaskiftisskeytir, ábyrgdarfráskrivingar v.m.. Harafturat veitir Petur løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við møguligt krav um endurgjald, ivamáli viðvíkjandi leigurætti, tryggingum, frámatrikulering o.ø.
Petur kann við øðrum orðum sigast at vera løgfrøðiligur serfrøðingur innan keyp og sølu av fastogn í Føroyum, og kann sostatt veita tær ein løgfrøðiligan sertryggleika innan økið. +298 23 44 02petur@skyn.fo
Annika S. JohannesenMálsviðgeriAnnika tekur sær av fyrireiking og avgreiðslu av skjølum, so sum skeytum og servituttum, avgreiðslu av tinglýsing, strikan av panti v.m. Harafturat hevur Annika ábyrgdina av ymiskum verkætlanum, sum Skyn er partur av.
Annika hevur drúgvar royndir sum málsviðgeri. Hon er útlærd advokatskrivari og hevur royndir innan bókhald. +298 23 44 03annika@skyn.fo
Ove VitalisOgnarseljari og metingarmaðurOve er knýttur at Skyn hópinum og er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Ove tekur sær av virðismetingum og sýnir ognir fram. Hann hevur drúgvar royndir innan sølu. Royndir hansara stava frá fleiri størri fyritøkum so sum olju-, flog- og samskiftisvinnuni bæði í Føroyum og uttanlands. Ove leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini.+298 22 47 47ove@skyn.fo
Petur Frank HolmMetingarmaðurPetur Frank er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Petur Frank ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur lokið prógv sum finansøkonom. Petur Frank leggur stóran dent á at veita øllum kundum eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini.
+298 264978peturfrank@skyn.fo