Tað eru nógvir mátar at selja eina ogn. Vit hava sæð flestallar. Alt frá munnligum avtalum til sáttmálar á kaffifiltrum og sms-boð. Men í okkara eygum er bara ein máti at selja eina ogn. Og tað er saman við okkum.
Hví? Tað er einfalt. Tað snýr seg um tryggleika. Og at tingini verða gjørd ordiliga.
Tá tú selur tína ogn saman við okkum, veitst tú, at her er skil í. Millum okkara dugnaligu starvsfólk er m.a. løgfrøðingur, ið tryggjar, at allir handlar verða framdir eftir forskriftunum og fara rætt fram.
At selja eitt heim er sera persónligt. Lat okkum vera við til at tryggja, at tað verður gjørt virðiliga og væl. Tá tú skalt selja húsini, eigur tú at brúka vit og Skyn.
At selja eina ogn er persónligt og kensluborið. Tí hevur tað týdning, at sølutilgongdin er virðilig, og at hon ikki dregur út. Tað hevur týdning, at handilin ber á mál.
Um vit ikki selja ognina innan avtalaðu tíðina, so er okkara arbeiði ókeypis. Hetta er ein áminning til okkara – og ein eyka trygd til tín.