Talan er um eini ljós, rúmlig og nútímans raðhús í tveimum hæddum, sum liggja í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi, í dámliga býlinginum í Maritugøtu.
Í ovaru hæddini eru trappugongd, baðirúm og trý kømur. Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd, vaskirúm/vesi og køkur og stova í einum v/atgongd út á terrassu.
Bæði framman- og aftanfyri ognina er hugnaligt uttanduraøki við terrassu, flísaløgdum túni og egnum parkeringsplássi.
Stutt er til alskyns hentleikar, og m.a. eru fríøki, spælipláss, skúlar, dagstovnar, fifa-vøllur, ítróttarhøll og handlar í nærumhvørvinum. Harumframt er sera gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.