Talan er um eini sermerkt summarhús, sum liggja væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi innanfyri bygdina í Sandavági.
Húsini vóru upprunaliga bygd undir krígnum, men eru seinastu árini høvuðsumvæld bæði innan og uttan og eru innrættaði soleiðis: Gongd, wc, kamar, køkur/alrúm og hems/kamar, eisini er stórt útigólv uttanfyri. Stykkið, ið húsini standa á, er heilar 4.217 fermetrar til víddar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.