Talan er um eini hugnalig eldri sethús, ið hava náttúruvakra staðseting við útsýni suðureftir út á Sumbiarhólm og opið hav. Húsini hava grasfløtu frammanfyri og eisini er nakað av lendi omanfyri húsini.
Í miðhædd er ognin innrætta við duri / trappugongd, køk, spísistovu / stovu og baðirúm. Í ovastu hæddini er trappugongd og tvey kømur. Í niðastu hædd er kjallari/fýrrúm og eitt vesi.
Stutt er til náttúruperluna Akraberg, og Sumbiar bygd, við sínum skúla, spæliplássi, sandstrond og møl, er eitt pragtfult stað hjá børnum at vera.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.