Nýggj
ogn

Jørð við ástandandi frítíðarhúsi, matr.nr. 518 Skáli

Talan er um eini summarhús, ið eru mest sum liðugt innrættaði. Eisini er el innlagt í alt húsið,

men er tað ikki knýtt í el-netið hjá SEV, og hevur eigarin tí brúkt generator. Vatn til ognina  er frá eini nærliggjandi á.

 

Ein atkomurættur er tinglýstur á grannaognini, og tískil er vegur oman til stykkið.

 

Húsið er innrættað soleiðis: Í niðaru hæddini er gongd/trappugongd, kamar, baðirúm, køkur og stova í einum, umframt fýrrúm. Í ovaru hæddini eru trappugongd / loftsstova og trý kømur.

 

Húsið stendur væl fyri í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi niðanfyri vegin ímillum Skálfjørð og Skála.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.