Nýggj
ogn

Sethús, Símunargøta 4, Tórshavn

Talan er um eini hugnalig og heildarumvæld sethús í einum-plani, ið standa væl fyri miðskeiðis í býnum – bert eitt hanagleiv frá m.a. miðbýnum og Sandagerði.


Húsini eru í einari hædd og eru innrættaði við duri / gongd, trimum kømurum, baðirúmi og køki og stovu í einum við atgongd út á stórt útigólv. Harumframt er ein lágur kjallari / fýrrúm og ein skúrur.


Rundan um húsini er hugnaligur havi, útigólv og skúrur, og parkeringspláss.


Stutt er til alskyns hentleikar í býnum, og busssambandið er gott.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.