 
      Talan er um eini sethús, sum eru í tveimum hæddum og hava frálíkt útsýni yvir fjørðin.
Húsini eru rúmlig, hugnalig og staðsett í veðurgóða umhvørvinum úti á Torvgøtu. Grannalagið er barnavinarligt og runt um húsini er grasvøllur.
Húsini eru innrættaði soleiðis: Í ovaru hæddini er durur, vesi, gongd, køkur, stova, baðirúm og trý kømur. Í niðaru hæddini er uppdeildur kjallari, har møguligur keypari t.d. kann innrætta íbúð.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
 
  	Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.